Mentan

Kringvarpið sendir framløgurnar frá Vísindavøkuni

Komandi 15 vikurnar verður ein framløga send hvørt týskvøld aftaná Dag & Viku

Fyrsta framløgan hjá Heina í Skorini varð víst 12. januar

Fyrsta framløgan hjá Heina í Skorini varð víst 12. januar

2021-01-15 10:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið 12. januar 2021 sendi Kringvarpið fyrstu framløguna frá Vísindavøkuni 2020 í Sjónvarpinum. Komandi 15 vikurnar verður ein framløga send hvørt týskvøld beint aftaná Dag & Viku.

Fyrsta sendingin var við framløguni hjá Heina í Skorini, adjunkti á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Framløgan kallast "Fólkaræði og serfrøðingaveldi: Fólksligur hugburður til koronu og aðrar vísindaligar spurningar."

Allar framløgurnar síggjast á evnissíðu hjá Kringvarpinum á kvf.fo.

Tilfar frá Vísindavøkuni 2020 og undanfarnum tiltøkum eru á finna á netappini vísindavøka.fo

– Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder