Innanlands

Kringvarpsgjald og list í tinginum

5 mál til viðgerðar í tinginum í dag

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-02-20 10:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgtingsfundur verður nú kl. 11 og á skránni eru fimm mál umframt framløgur.

Av teimum fimm málunum eru trý teirra til aðru viðgerð. Fyrsta málið til aðru viðgerð er uppskot til broyting í løgtingslóg um kringvarpgjald, har Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin mælir til, at vinnufeløg verða undantikin kringvarpsgjald.

Næsta málið til aðru viðgerð er broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtings um áseting av skatti, har endamálið við uppskotinum er at taka burtur forðingar fyri føroyskum heimavirkisvirksemi, ið eru í skatta- og avgjaldslóggávu.

Eisini skal atkvøðast um uppskot um eina listaskúlaskipan, har Sambandsflokkurin heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um eina listaskúlaskipan, sum eigur at fevna um børn og ung í fólkaskúlaaldri, og listaskúlaskipanin eigur at virka kring landið.

Til fyrstu viðgerð eru uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum.

Tingvarpið sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder