Mentan

Kringvarpsgjaldið prístalsjavnast - alt annað er at týna stovnin

- Tað fer at raka stovnin meint, um kringvarpsgjaldið ikki verður prístalsjavnað, sigur Elin Winther Poulsen, forkvinna í kringvarpsstýrinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-17 12:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Meðan allir aðrir almennir stovnar prístalsjavna sínar lønarútreiðslur, stendur inntøkan hjá Kringvarpinum í stað, samstundis sum útreiðslurnar hækka.

- Tí er umráðandi, at prístalsjavningin av kringvarpsgjaldinum kemur í fíggjarlógaruppskotið, sigur forkvinnan í kringvarpsstýrinum, Elin Winther Poulsen.

Forkvinnan skrivar í lesarabrævi á lesarin.fo, at stýrið hevur gjørt vart við hetta á fundi í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum umframt at tað eisini varð nevnt í fylgiskjalinum til ólavsøkurøðu løgmans.

Eitt skjal varð lagt fram, sum m.a. vísti, at um kringvarpsgjaldið hevði verðið javnað við tveimum prosentum um árið síðani 2016, hevði hetta merkt eina meirinntøku á umleið 5 milliónir krónur í 2021.

Kringvarpsgjaldið hjá fólki millum 24 og 66 ár er í løtuni 150 krónur um mánaðin.

Elin Winther Poulsen sigur, at verður kringvarpsgjaldið ikki prístalsjavnað, fer tað at raka sera meint.

- Eg ivist ikki í, at tingfólk framhaldandi vilja hava eitt kringvarp, har mentan og tíðindaflutningur fáa bestu sømdir. Eg fari tí at heita á tingfólk um at fáa prístalsjavningina av kringvarpsgjaldinum aftur í fíggjarlógaruppskotið, soleiðis sum løgmaður boðaði frá á ólavsøku – alt annað er at týna Kringvarpið, sigur Elin Winther Poulsen.

Fíggjarlógin fyri 2022 er til triðju og endaligu viðgerð í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder