Innanlands

Kristiligur tónleikafestivaldagur aftur á breddanum

1. apríl verður ein stórur tónleikadagur í Nesvík, har millum annað Magni Christiansen, Heini Lützen og T.O.S luttaka. Eftir ætlan verða fleiri nøvn kunngjørd seinni í januar - navnakapping er eisini sett í gongd

Ætlanin er at tónleikatiltakið í Nesvík skal gerast afturvendandi

Ætlanin er at tónleikatiltakið í Nesvík skal gerast afturvendandi

2023-01-04 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Aftaná nógv ár uttan ein festival har okkara kristiligu tónleikarar høvdu ein pall at vísa seg fram, fara vit nú at takað hendan táttin uppaftur.Leygardagin 01.04.2023  verður ein kristiligur tónleika festivaldagur í Nesvík, har vit fara at bjóða fleiri av okkara egnu kreftum á pall, samstundis sum onkur eisini verður úr Danmark.

Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari. Frá august 2006 og nøkur ár fram var sovnevndi Fjarðafestivalurin í samkomuni Kelduni í Skálafirði. Festivalurin var  fyrst seint um summarið - síðani tíðliga - og umframt føroyskar gospeltónleikarar vóru eisini nógv útlendskt nøvnd.

Nú er eitt nýtt líknandi tiltak ávegis. Tað fyrsta verður í høllini í Nesvík 1. apríl í ár, og er ætlanin at hava tónleik koyrandi frá umleið klokkan 13 leygardag til umleið klokkan tvey sunnunáttina.

Higartil hava seks bólkar/einstaklingar játtað at vera við. Hesi eru: Magni Christiansen, Eyðun Jacobsen v.m,  Heine Lutzen, T.O.S, Rútmiska kóri hjá Háskúlanum og Gospel Systers (úr DK). Eftir ætlan verða fleiri nøvn kunngjørd  seinni í hesum mánaðinum, upplýsir Trúboðin.

[object Object]

Umframt at keypa sær atgongd til festivaløkið leygardag, so er ætlanin at hava pláss fyri eini 50 kampingvognum og so verður eisini møgleiki at keypa sær innivist í leguhúsinum, um onkur ynskir at hava innivist gjøgnum dagin.

- Møguligt er at koma til Nesvíkar fríggjadag 31. mars frá kl 16 hjá teimum sum hava kampingvogn ella hava keypt sær gisting.

Í samband við nýggja tiltakið er ein nanvakapping eisini sett í gongd. Heitt verður á fólk um at koma við einum góðum navni til festivalin, sum eftir ætlan verður afturvendandi tiltak.

Vinnarin á navnakappingini verður funnin 25. januar, og fær vinnarin tvey festivalpass, skrivar trubodin.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder