Kristin Michelsen hevði ikki nógv at siga um, at hann á floksleiðslufundi í gjár varð blakaður úr Javnaðarflokkinum. Hann segði seg ikki skilja grundgevingarnar fyri, at hann var blakaður úr flokkinum, men hann segði at hann var í holt við at orða eitt skriv um málið.
Kristin vísir annars til, at ein av grundgevingunum fyri, at hann varð koyrdur úr flokkinum var, at hann hevði stovnað egnan lista til býraðsvalið á Tvøroyri. Men hann sigur, at Løgmaður hevur góðtikið tann listan, men hesum vísur Løgmaður aftur.
Spurdur um hann hevði ætlað sær á uppstillingarfund á Tvøroyri í morgin, sigur Kristin heldur onki, men staðfestur at hann ikki kann fara á fund nú, tá hann er koyrdur úr felagnum. Men hann sigur, at hann hevur undirtøku ímillum fólk á Tvøroyri.
Annars hevur Kristin Michelsen ongar viðmerkingar til málið enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald