2019-03-08 11:34
Hann varð tveittur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum herfyri, og nú er hann ikki longur limur í flokkinum. Hetta samtykti floksleiðslan í gjárkvøldið, skrivar r7.fo fyrrapartin.
R7 hevur fingið hendur á skrivinum, sum Kristin Michelsen hevur fingið sendandi frá floksskrivstovuni hjá Javnaðarflokkinum.
Í skrivinum verður Kristin Michelsen upplýstur um, at 37 atkvøddu fyri at Kristin Michelsen skal limast úr flokkinum, og eingin var ímóti.
Les haldaragrein á dimma.fo: Kristin Michelsen: Eg eri og verði javnaðarmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald