Tvøroyrar Býráð hevur gjørt av, at Kristin Michelsen ikki sleppur at vera borgarstjóri og tingmaður í senn. Tað skrivar in.fo.
Portalurin hevur roynt at sett seg í samband við bæði Kristin og aðrar býráðslimir, men ongin vil gera viðmerking enn.
Kristina Troest, sum atkvøddi fyri at Kristin skal velja ímillum sessirnar sigur í stuttum boðum, at tað sum skuldi sigast í málinum varð sagt á býráðsfundinum. Annars hevur hon onga viðmerking.
Tað var nýggi meirilutin í býráðnum, sum er mannaður av Bjarna Hammer, Boga Johannesen, Súsonnu Bertholdsen umframt Kristinu Roest, ið ikki helt, at Kristin megnaði at røkja báðar sessir. Meirilutin segði hinvegin, at tað var ein fyrimunur fyri kommununa, at Kristin eisini sat í Løgtinginum og fíggjarnevndini har.
Kristin Michelsen er í feriu frá borgarstjórastarvinum, men verður aftur 1. januar. Næstur á listanum hjá Javnaðarflokkinum er Hildbert Elisson. Um Kristin velur borgarstjórasessin, tekur Hildbert Elisson við fyri Kristin á løgtingi ella stendur sessurin tómur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald