Innanlands

Kristin Michelsen vann stríðið um Tvøroyri

Sjálvstýri fór úr 12 upp í 200 atkvøður

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Rúni Thomsen)

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Rúni Thomsen)

2019-08-31 22:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, fekk eitt kanónval á Tvøroyri.

Úrslitið vísir, at Javnaðarflokkurin nú er næststørsti flokkur á Tvøroyri við 200 atkvøðum, harav Kristin Michelsen eigur tær 198. Tað eru stórt sæð atkvøðurnar, sum fyrrverandi flokkur hansara, Javnaðarflokkurin, missir.

Javnaðarflokkurin gongur aftur við 16,2 prosentstigum á Tvøroyri úr 669 og niður á 490.

Oddavalevnið hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri, Bjarni Hammer, fekk 181 persónligar atkvøður í heimbygdini.

Við sera góða valinum sær út til at Kristin Michelsen verður valdur á ting, um Sjálvstýri fær umboðan.

Kristin hevur nú bert fýra valstøð eru eftir, fingið 274 atkvøður. Formaður Sjálvstýris, Jógvan Skorheim, hevur fingið 59 persónligar atkvøður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder