(Løgtingið) Klokkan er 03:11, og løgtingið hevur júst felt uppskotið um misálitisváttan á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum.
Í tveir minuttir frammanundan var rættiligur spenningur í tingsalinum. Eingin segði nakað, men bíðaðu bara við spenningi. Skal eitt misálit vera samtykt skulu 17 tinglimir atkvøða fyri uppskotinum.
Úrslitið gjørdist 15 fyri, 15 ímóti og 3 blankar atkvøður.
Tað gekk hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á miðjari nátt, stutt undan jólum. Hon verður sitandi, men eftir øllum at døma verður ein kanning nú gjørd.
Ruth Vang, Framsókn og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna (Mynd: Sverri Egholm)
Úrslitið av atkvøðugreiðsluni kundi tó verið nakað øðrvísi. Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum, og tey bæði uttanflokkatingfólkini, Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksáfoss atkvøddu blankt.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður (Mynd: Sverri Egholm)
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sum í seinastu røðuni áðrenn atkvøðugreiðsluna, fanst hvassliga at, at eingin vildi taka ábyrgd, atkvøddi ímóti misálitisváttanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald