Innanlands

Kristin var til ampa fyri arbeiðslagið í samgonguni

Aksel V. Johannessen metir ikki, at samgongan er viknað eftir avgerðina um at tveita Kristin Michelsen úr tingbólki Javnaðarfloksins

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-01-03 15:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er atburðurin hjá Kristini Michelsen undir atkvøðugreiðslunum undan jólum, sum er orsøkin til, at Javnaðarflokkurin nú hevur tikið avgerð um at koyra hann úr tingbólkinum og eisini at taka avgerð um, at Kristin Michelsen ikki sleppur at stilla upp á javnaðarlistanum til komandi løgtingsval.

Tað segði Aksel V. Johannessen, løgmaður og floksformaður í samrøðu við útvarpið hjá KvF í dag. Hann vísti á, at Kristin Michelsen, serliga upp undir jól, í fleiri førum ikki atkvøddi saman við samgonguni.

Kristin Michelsen atkvøddi millum annað blankt tá misálit varð lagt fram móti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu við mentamálum. Hann atkvøddi ímóti einum máli um sølu av rúsdrekka, sum samgongan hevði gjørt avtalu við Magna Laksáfoss at fáa ígjøgnum, og sum harvið fall, og so nevndi løgmaður eisini tað tvørligu støðuna, sum Javnaðarflokkurin og samgongan kom í, tá Kristin Michelsen, uttan at boða frá, valdi at fara av tingfundi eitt kvøldið, tá týdningarmiklar atkvøðugreiðslur vóru á skránni.

- Vit hava ikki vita, um flokkurin hevur kunnað stilla við fimm ella seks atkvøðum. Tað hevur verið ein stór arbjóðing fyri flokkin, og ikki minst fyri samgonguna, segði Aksel V. Johannessen.

Síðsta orðið ikki sagt
Í samrøðu við tíðindamiðilin in.fo sigur Kristin Michelsen annars, at hann hevur atkvøtt fyri hvørjum nikki og prikki hjá samgonguni uttan einum øluppskoti (málið hjá Magna Laksáfoss)

Sambært Kristini Michelsen er síðsta orðið í hesum máli ikki sagt enn.

Í samrøðuni við in.fo sigur hann, at hann ikki er koyrdur úr Javnaðarflokkinum, og hann sigur seg ivast í, um honum verður sýtt pláss á listanum, um 500 suðuroyingar vilja hava hann á listan.

- Ella er tað eitt harkalið norðuri í Havn, sum skal avgera tað, spyr Kristin Michelsen.

Gott samstarv við Sonju og Magna
Sjálvur metir Aksel V. Johannessen ikki, at samgongan stendur veikari nú, enn hon gjørdi fyri einum ári síðani, tá Kristin Michelsen tók fyrivarni fyri um hann fór at atkvøða saman við samgonguni.

- Vit hava verið ein minnilutasamgonga frá fyrsta degi av, men seinastu tíðina hava vit havt eitt gott samstarv við Sonju Jógvansdóttir og eisini eitt gott samstarv við Magna Laksáfoss og eisini hevur samstarvið við onkran av andstøðuflokkunum virkað væl, segði løgmaður, sum ikki metir at avgerðin í dag fer at fáa stóra ávirkan á stevið hjá samgonguni.

Í útgangspunkti ætlar Aksel V. Johannessen at bíða til samgonguskeiði er av, áðrenn hann skrivar út nýval. Í øllum førum eru nøkur mál av týdningi eftir, sum samgongan ætlar at fáa í gjøgnum. Løgmaður nevnid lógina um vælferð, um náttúruvernd, yvirtøkuna av útlendingamálum og so veiðigjøldini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder