Innanlands

Kristin vil hava svar: Eri eg framvegis limur í Javnaðarflokkinum?

Fyrr í dag varð hann blakaður úr Javnaðarflokkinum, men hann heldur ikki at boðskapurin er serliga greiður

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kristin Michelsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-03 16:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kristin Michelsen hevur seinnapartin sent teldupost til løgmann og Helenu Dam á Neystabø, tingbólkaforkvinnu. Í teldupostinum undrast hann eitt nú á at hann ikki hevur fingið avgerina frá tingbólkinum. Hann metti seg eisini vera partur av tingbólkinum, og vil tí vita nær og hvar tingbólkurin hevur tikið hesa avgerð.

- Undirritaði hevur so ongi fundarboð fingið, sigur Kristin Michelsen í teldupostinum.

- Løgmaður boðar eisini frá, at starvsnevndin hevur tikið avgerð um, at undirritaði ikki sleppur at stilla upp til næsta løgtingsval. Kann undirritaði fáa hesa avgerð frá starvsnevndini, spyr tingmaðurin.

- Hvør er orsøkin, at starvsnevndin gongur ímóti avgerðini, ið landsfundurin samtykti við 118 fyri og bert 21 ímóti?

- Harra løgmaður, hvat er broytt okkara millum, síðan tú sum løgmaður sendi mær soljóðandi SMS 18. Oktobur 2016:

“-havi ringt har. Hann tosar nokk við nevndina. Eg hevði fyrireika listan, so tú ert klarur í so fall!”

- Hetta eru orðini frá løgmanni í sms-boðum til undirritaða. Hetta var eftir at undirritaði varð koyrdur av javnaðarlistanum til kommunuvalið 2016. 7. november 2016 fekk undirritaði aftur SMS boð frá løgmanni, aftaná at undirritaði hevði spurt um, um hann framvegis var limur í javnaðarflokkinum: “tú er sjálvandi framvegis ynsktur í flokkinum”, sigur Kristin Michelsen í teldupostinum.

- At enda vil undirritaði spyrja løgmann og formann í javnaðarflokkinum “Eri jeg framvegis limur í Javnaðarflokkinum“, spyr Kristin Michelsen.

Les eisini: Kristin var til ampa fyri arbeiðslagið í samgonguni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder