Uttanlands

Kristina á vitjan í Katalonia

Hesa vikuna hevur Kristinu Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, verið uttanlands í arbeiðsørindum

2019-11-24 13:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrst lá leiðin til Brússel á vitjan hjá Carles Puigdemont, fyrrverandi forseta í Katalonia, sum eisini er valdur tingmaður til ES tingið. Hóast flokkur hansara, fyrr í ár, fekk fleiri enn 1 millión atkvøður, og fleiri umboð vald, so hevur Spania roynt at forða honum - og øðrum valdum ES parlamentslimum úr Katalonia - at taka sæti í ES parlamentinum. Málið verður í løtuni viðgjørt í European Court of Justice, ið væntast at taka avgerð fyrsta dagin. Ábendingar eru um, at valdu tingfólkini úr Katalonia, fara at kunna taka sæti í ES tinginum í næstum. Carles Puigdemont var í Føroyum í fjør í sambandi við ráðstevnu um sjálvsavgerðarrætt.

Luttøka á stórari talgildingar-ráðstevnu

Síðan lá leiðin til Barcelona, har Kristina varð boðin á luttaka á eini stórari talgildingar-ráðstevnu – Smart City Expo World Congress 2019. Talan er um eina stóra ráðstevnu og framsýning, har yvir 1.000 býir og lond hava framsýningarbásar, og har fólk úr 146 londum hittast at røða og kjakast um, hvussu tey fremja og gagnnýta talgildu tíðina best møguligt – til frama fyri fólkið. Føroyar høvdu eisini bás á hesi ráðstevnu. Kanska serliga serstakt, nú tað í ár eru 90 ár síðan Føroyar luttóku við framsýningarbási á Barcelona International Exposition í 1929 - júst á sama staði.

Føroyar millum heimsins fremstu lond

Kristina hevur sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum seinastu 4 árini eisini havt ábyrgd av talgilding í Føroyum. Hon varð tí biðin um, at røða og umrøða, hvussu vit í Føroyum arbeiða við, at talgilda samfelagið til frama fyri fólk, vinnu og land. Eitt av tí, ið hugtekur onnur er, hvussu vit í Føroyum megna at vera millum heimsins fremstu lond innan talgilding, samstundis sum vit eru millum minstu tjóðir í heiminum. Men tað ber væl til. Kristina vísti millum annað á, at í talgilda heiminum er tað ein fyrimunur at vera lítil tjóð, tí tað ber so nógv betur til, at tillaga loysnir skjótt og væl í lítlum samfelag, í mun til í stórum samfeløgum.

Vitjaði Carme Forcadell og politiskar fangar

Nú leiðin lá til Katalonia vildi Kristina fegin hitta starvsfelagar og stuðla teimum tjóðskaparfólkum, ið vit meta av órøttum eru dømd og beind í fongsul, og eru at meta sum politiskir fangar í Europa.

Tí lá leiðin eisini á vitjan hjá fyrrverandi forsetanum í katalanska parlamentinum, Carme Forcadell. Hon er dømd og fongslað í 11 ár og 6 mánaðar av sponskum myndugleikum. Einasta orsøk er, at hon loyvdi katalanska parlamentinum at umrøða úrslitið av fólkaatkvøðu um fullveldi, sum varð hildin í Katalonia í oktobur 2017.

Heilsan við frá føroyska og íslendska parlamentinum

Umframt vitjan, hevði Kristina eisini heilsanir við til Carme Forcadell frá formonnum í bæði føroyska og íslendska parlamentunum, Jógvan á Lakjuni og Steingrímur J. Sigfússon, ið hon hevði tosað við áðrenn fráferðina. Eisini varð heilsað frá fyrrverandi løgtingsformanninum, Pálli á Reynatúgvu - og frá tingmanning og aðalstjórn Tjóðveldis, ið hava sent skrivliga áheitan til sponsku stjórnina um, at leyslata politisku fangarnar og fara undir samrøðu við stjórnina í Katalonia, so partarnir í felag kunnu finna eina fólkaræðisliga loysn á kreppuni í Katalonia.

Somuleiðis vitjaði Kristina, Jordi Cuixart - ið er leiðari fyri ein felagsskap, ið arbeiðir fyri catalanskari mentan og sjálvsavgerðarrætti - Raul Romeva – fyrrverandi tinglimur í ES parlamentinum og katalanskur uttanríkisráðharran - og Jordi Turull, fyrrverandi ráðharra og talsmann hjá stjórnini.

Amnesty International og ST-nevnd átala Spania

Hesi eru millum tey, ið hava fingið dóm millum 9 og 13 ár, fyri at hava skipað fyri eini fólkaatkvøðu um fullveldi – so sum tey vórðu vald av fólkinum til at gera – og at skipa fyri atknýttum tiltøkum og umrøðu í parlamentinum. Amnesty International, UN Group on Arbitrary Detention og aðrir felagsskapir hava tí eisini staðiliga átalað dóm og fongsling, og heitt á sponsku stjórnina um, at taka neyðug stig, at tryggja, at mannarættindi verða vird.

Vitjaði forseta og tingfólk í parlamentinum

Í sambandi við vitjanina í Katalonia, bjóðaði forsetin í katalanska parlamentinum eisini Kristinu á vitjan. Har umrøddu tey støðuna í Føroyum og Katalonia. Somuleiðis vitjaði Kristina tingfólk hjá katalanska flokkinum ”Saman fyri Katalonia”.

Á vitjanini í Katalonia hitti Kristina eisini katalanska ráðharran innan talgilding, Jordi Puigneró, til óformelt prát. Seinast Jordi Puigneró og Kristina Háfoss hittust var í februar í ár í Føroyum, tá tey, vegna stjórnirnar, undirskrivaði samstarvsavtalu um samstarv um talgilding millum Føroyar og Katalonia. Sjálvt hesa avtalu, hevur spanska stjórnin nú lagt fyri spanska hægsta rættin, í eini roynd, at forða fyri, at samstarvið kann halda áfram.

”Larmandi tøgn” í Europa

Tað eru tíverri nógv, ið ikki tora at átala tað, sum í dag hendir í Katalonia. Orsøkin er fyrst og fremst hóttanir frá sponskum myndugleikum. Nøkur undantøk eru tó. Føroyar ganga – m.a. saman við Íslandi og Skotlandi –undan. Eisini eru tingfólk úr fleiri europeiskum londum, ið átala verandi støðu, og ynskja samrøðu og fólkaræðisliga loysn í Katalonia.

Tann sum tegir, samtykkir

- ”Tann sum tegir, samtykkir”. Góðtaka vit stilltigandi hetta, sum í løtuni hendir í Katalonia, so kann hetta henda í øllum Europa í framtíðini. Vit kunnu sjálvandi ikki góðtaka brot á mannarættindi og politiskar fangar í Europa í 2019. Tí skulu vit bróta tøgnina. Tað er ófatiligt, at leiðarar hjá flestu europeiskum tjóðum eru so stilltigandi um hetta álvarsmál. Her er ”larmandi tøgn” í Europa. Trýst elvir til móttrýst. Vónandi fer søgan ikki at vísa, at europeisku leiðararnir - einaferð enn - ikki hava tikið neyðug stig í tøkum tíma, sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna.

- Tjóðveldi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder