
Ongantíð áður hevur countrytónleikur verið framførdur á Tórsfest. Men tað verður nú broytt, tí Kristina Bærendsen hevur játtað at framføra á ársins konsert, boða fyriskiparar av Tórsfest frá í tíðindaskrivi.
– Vit kenna øll Kristinu. Í 2012 gav Kristina út sjálvnevnda útgávu, og í 2014 gav hon út “Nothing´s Here to Stay”, og harumframt hevur hon latið úr honum fleiri stakløg, millum annað fleiri saman við Halli Joensen. Sama hvat Kristina syngur, ljóðar tað av inniligum gulli. Hon hevur heilt vist stjørnugóðskutá hon er á palli, og dugur ómetaliga væl at leiða áhoyrarar ígjøgnum eina konsert, við sínum vokali, sum er í serflokki.
– Kristina hevur fleiri sera vælumtókt løg á samvitskuni, millum onnur kunnu nevnast stuttliga “Gev mær frið”, “Har einki varðir við”, “You and I” og “Mr. Wrong”. Tað er ikki av tilvild, at Kristina er umbiðin til stórt sæð allar festivalar her á landi, og vit hava sæð hana brilliera sama hvar hon framførir. Við vælspælandi bólki kunnu vit gleða okkum til eina ríka løtusaman við Kristinu, tá country endiliga sleppir framat á Tórsfest.
Tað verður ein stjørnupakkað skrá á Tórsfest í ár. Umframt Kristina Bærendsen koma Gavin DeGraw, Eivør, Zak Abel, Sandro Cavazza og mong onnur at framføra í Havn 25. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald