Kristina Háfoss hevur í dag heitt á løgmann um at flyta málið um at gera eitt ummælisskriv til danskar myndugleikar, nær ein banki er ein SIFI banki, til eitt annað landsstýrisfólk at avgreiða.
Orsøkin er, at spurnartekin hevur verið sett við gegnið hjá Kristinu Háfoss, tí pápi hennara er formaður í nevndini í Norðoya Sparikassa.
Sonevndu SIFI bankarnir koma undir herd krøv, og tað fer at kosta Norðoya Sparikassa 100 milliónir krónur. Sparikassin hevur biðið donsku myndugleikarnar um at sleppa undan at vera flokkaður sum SIFI banki, og harvið sleppa undan kravinum á 100 milliónir krónur.
- Tað er Føroya váðaráð, ið skal gera eina meting av spurninginum, nær ein banki er ein SIFI banki. Væntandi er metingin hjá Føroya váðaráði tøk um miðjan mars, skrivar løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.
Løgmaður hevur gjørt av, at tað verður Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, sum skal avgreiða ummælisskrivið til danska Vinnumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald