Saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman, fer væntandi at halda talu seinni í dag fyri fyrstu ferð síðani staðfest varð, at saudiarabiski tíðindamaðurin Jamal Khashoggi varð myrdur á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í Turkalandi.
Fleiri stórir bankar hava valt at boykotta ráðstevnuna, har krúnprinsurin fer at halda røðu, og mett hevur verið, at krúnprinsurin møguliga fór at revsa bankarnar fyri hetta. Krúnprinsurin hevur tó úttala seg um at so verður ikki.
Stóra oljuveldið er komið undir trýst av deyða Khashoggis, men hetta hevur enn ikki ávirka inntøkurnar hjá Saudiarabia nevnivert. Á fyrsta degnum á ráðstevnuni skrivaði Saudiarabia undir avtalur fyri eitt virði á 50 milliardir dollarar, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald