Uttanlands

Krúnprinsurin tók øll á bóli

Nephew hevði ein serligan dómara við á konsertini

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-08-10 11:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá Nephew fór á pall á Smukfest festivalinum í Skanderborg í Danmark í gjárkvøldið, hevði bólkurin skipað fyri einum heilt serligum innslagi.

Tá bólkurin spælir konsertir hevur sangarin Simon Kvamm til vana at skipa fyri einari kapping, har hann fær áhoyrararnar at kappast í hvør klárar at syngja harðast. Soleiðis var eisini í gjár, men hesaferð hevði bólkurin skipað fyri, at ein heilt serligur dómari skuldi døma hvør vann kappingina.

Tá áhoyrararnir høvdu sungið hart við, tók Simon Kvamm orðið.

- Nú fari eg eftir einum óheftum dómara, sum skal velja ein vinnara, segði Simon Kvamm ímeðan hann hálaði Fríðrikk krúnprins á pallin.

Krúnprinsurin fekk áhoyrararnar at syngja eitt sindur afturat, áðrenn hann valdi vinnaran, skrivar TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder