2018-08-27 21:30
Fyri aðru ferð í ár vitjaði næststørsta seglskipið í heiminum, Kruzenshtern, á Havnini í dag.
Barkin við fýra mastrum varð bygd í 1926 á Taklenborga skipasmiðjuni í Bremerhafen í Týsklandi.
Manningin telur 176, og 24 ferðafólk eru umborð. Kruzenshtern sigldi runt knøttin í 1995-96 og aftur í 2005-06, umframt at skipið javnan tekur lut í regattasiglingum kring heimin.
Kruzenshtern vitjaði her eisini fyrst í juni mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald