2024-07-19 09:50
Í fleiri londum í heiminum eru KT-trupulleikar í løtuni sum ávirka flogferðslu, miðlar og handlar.
Fleiri flogfeløg hava trupulleikar og tað er á fleiri flogvøllum kring heimin. Millum annað í Danmark, Týsklandi, India og Japan. Hetta ger at flogfør ikki sleppa avstað sum ætlað.
Í Danmark er tað millum annað SAS sum er rakt av hesum og eisini DSB.
Trupulleikarnir skulu vera hjá Microsoft og orsøkin er ein dagføring av antivirusforritinum CrowdStrike.
Dagføringin ger, at teldur sum brúka Windows 10 stýriskipanina ikki rigga sum tær skulu.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, segði við útvarpið í morgun, at føroyska flogfelagið ikki er ávirkað av hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald