Innanlands

Kundi gjørt krav uppá væl meira

Men politikkur hevur størri týdning enn sessir, sigur Tjóðveldi

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi umframt landsstýrismaður í fiskivinnu- og mentamálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi umframt landsstýrismaður í fiskivinnu- og mentamálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-15 21:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mentamálaráðið varð í gjár klovið í tvey, og Hanna Jensen úr Framsókn fekk skúlamál meðan Høgni Hoydal, sum frammanundan er fiskimálaráðharri, yvirtekur mentamál afturat.

Men sambært flokkinum sjálvum, so kundi Tjóðveldi gjørt krav uppá væl meira, nú flokkurin er vorðin størstur í samgonguni. Bæði Javnaðarflokkurin og Framsókn hava mist tinglimir síðani samgongan fór undir sítt virksemið.

- Tó at Tjóðveldi nú er størsti flokkur í samgonguni og tískil kundi gjørt krav upp á væl sterkari umboðan í bæði landsstýri og løgtingsnevndum, so eru tað í fyrsta lagi tey politisku málini, sum hava verið avgerandi fyri flokkin, nú grundarlagið fyri samstarvinum restina av samgonguskeiðnum skuldi endurskoðast, skrivar flokkurin á heimasíðu sínari.

- Fyri Tjóðveldi hevur tað verið avgerandi, at ferð verður sett á fleiri yvirtøkur, og at trygd fekst fyri, at fleiri av teimum týðandi málunum, sum eftir eru at fremja, politiskt kunnu bera á mál, verður sagt.

Men Tjóðveldi heldur ikki, at flokkurin er við sviðusoð.

- Sjálvt um politikkurin vigar munandi meira fyri flokkin enn sessirnir, er flokkurin ikki við sviðusoð í so máta í sambandi við umskipanina.

- Høgni Hoydal fær nevniliga mentanarpartin í Mentamálaráðnum at umsita, tað er kirkjumál, ítrótt, mentan, miðlar, søvn og list. Hanna Jensen skal umsita skúla- og undirvísingarmál, tað er  miðnámsútbúgvingar, børn og dagstovnar, vaksnamannalæru, hægri útbúgvingar, fólkaskúlan og gransking.

- Samstundis verða Norðurlandamál og vitaverkið flutt frá Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharra, til Høgna Hoydal at umsita, sigur Tjóðveldi á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder