2025-06-24 08:50

Løgreglan handtók í gjár ein mann, sum verður skuldsettur fyri at rýma úr Rúsdrekkasøluni í Havn uttan at rinda fyri vørurnar.
Rúsdrekkasøla Landsins boðaði í gjár politinum frá, at ein kundi var rýmdur úr handlinum í Havn leygardagin uttan at hava rinda fyri vørurnar. Talan var um eina ella tvær fløskur av brennivíni.
Tá starvsfólk á Rúsuni kannaðu vakmyndaupptøkurnar í gjár kundi staðfestast, at ein av kundunum leygardagin hevði stolið í handlinum. Løgreglan varð fráboðað, og fann í gjár fram til persónin, sum ikki kundi annað enn at játta seg sekan, tí brotsverkið var væl og virðiliga dokumenterað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald