Innanlands

Kunna um støðuna við korona í Føroyum klokkan fýra

Klokkan 16 seinnapartin verður tíðindafundur. Løgmaður, Bjarni á Steig og Michael Boolsen verða á fundinum

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-16 13:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 16 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um støðuna við koronavirus í Føroyum, boða myndugleikarnir frá seinnapartin. 

Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum og Michael Boolsen, fúti.

12. mars boðaði løgmaður frá, at Føroyar fóru niður í ferð, men nú eru vit stigvíst á veg upp aftur í ferð. Danskir myndugleikar hava seinastu dagarnar skrúvað meira upp fyri ferðini enn áðrenn hevur verið boðað frá, og tað kann hugsast, at føroyskir myndugleikar gera tað sama.

Útvarpið og sjónvarpið hjá Kringvarpinum senda beinleiðis frá tíðindafundinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder