2021-04-20 08:37
Í annaðkvøld fer nevndin í felagnum Víkingaskipið at kunna um verkætlanina at byggja Føroya fyrsta víkingaskip
Hetta hendir á einum fundi, sum verður hildin á Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík, mikukvøldið kl. 19.
Á fundinum verður kunnað um verkætlanina, har Albert Isfeld fer at vísa tekningar og prása um stásiliga neystið, ið ætlanin er at byggja í Hovi. Eisini fer nevndin at kunnað um sjálvt skipið og um mannagongdir við seglinum og skipinum.
Fundurin er almennur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald