Innanlands

Kunngerð um gott sálarligt arbeiðsumhvørvi lýst

Arbeiðsgevarar fáa greiðar treytir og skyldur at tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi – á jøvnum føti við tað fysiska arbeiðsumhvørvið – Kunngerðin kemur í gildi 1. august

Trivnaður og sálarlig vælvera eru avgerandi fyri, hvussu vit hava tað, og hvussu væl vit megna arbeiðið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Jan Müller)

Trivnaður og sálarlig vælvera eru avgerandi fyri, hvussu vit hava tað, og hvussu væl vit megna arbeiðið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Jan Müller)

2025-06-12 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Margit Stórá, hevur í dag lýst nýggja kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Hetta merkir, at arbeiðsgevarar nú fáa greiðar treytir og skyldur at tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi – á jøvnum føti við tað fysiska arbeiðsumhvørvið.

– Hetta er eitt øki, sum stendur mær nær. Vit hava tosað nógv um trygd og ergonomi, og hetta eru týdningarmikil evni – men trivnaður og sálarlig vælvera eru minst líka avgerandi fyri, hvussu vit hava tað, og hvussu væl vit megna arbeiðið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsumhvørvismálum.

– Vit brúka stóran part av okkara lívi á arbeiðsplássinum. Og tað, sum hendir har, hevur beinleiðis ávirkan á okkara trivnað, heilsu og lívsgleði. Tí er tað eitt stórt framstig, at vit nú hava sett greiðar karmar fyri, hvussu arbeiðast skal við sálarliga arbeiðsumhvørvinum.

Kunngerðin setur greiðar treytir fyri, hvussu arbeiðið skal skipast, m.a. við atliti at arbeiðsbyrðu, ógreiðum krøvum, høgum kensluligum krøvum, niðrandi atburði og arbeiðstongdum harðskapi.

Kunngerðin staðfestur, at arbeiðsgevarar hava ábyrgd av at skipa arbeiðið á ein hátt, sum bæði fyribyrgir og handfer viðurskifti, ið hava ávirkan á sálarliga arbeiðsumhvørvið. Arbeiðsgevarar skulu hava virkið eftirlit við arbeiðinum, og teir skulu tryggja nøktandi vegleiðingar og mannagongdir fyri, hvussu møguligar fráboðanir frá starvsfólkum skulu handfarast.

Kunngerðin kemur í gildi 1. august. Arbeiðsgevarar hava sostatt eitt tíðarskeið at gera neyðugu tillagingarnar, so arbeiðsplássini liva upp til nýggju krøvini um sálarligt arbeiðsumhvørvi, skrivar Umhvørvismálaráðið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder