2019-03-08 21:00
Sunnudagin 10. mars skipar Landsverk fyri almennum kunningarfundi um nýggja Hvalbiartunnilin. Fundurin verður í Salt í Suðuroy.
Hesum boðar Landsverk frá í dag.
Tiltakið byrjar klokkan 13.15, har Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, bjóðar vælkomin. Síðani fer umboð fyri Landsverk at kunna um verkætlanina, og stjórin fyri arbeiðstakaran, Articon, fer at siga nakað um, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis á staðnum.
Aftaná verður høvi at seta umboðum frá Landsverki, arbeiðstakara og ráðgeva spurningar ella gera viðmerkingar til verkætlanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald