Eskil Vogt er millum mest eksperimenterandi norsku leikstjórar beint nú. Hann hevur fyrr gjørt virðislønta filmin ”Blind”, sum varð frumsýndur á Sundance filmstevnuni og síðan vann fleiri enn 20 altjóða virðislønir.
Vogt hevur skrivað øll filmshandritini hjá hinum stóra norska leikstjóranum, Joachim Trier. Millum nýggjastu handritini eru ”Thelma” og ”Verdens verste menneske”, sum helst eru teir týdningarmestu í nýggjari norskari filmssøgu.
Nýggjasti filmur, sum Eskil Vogt hevur leikstjórnað, er ”De uskyldige”, ein ræðufilmur við børnum í høvuðsleiklutinum. Hesin filmur fer Filmsfelagið at sýna mikukvøldið 8. desember. Sýningin er almenn.
Leikstjórin førir okkum inn í ta javnfjaru verð, har børn spæla og sýna eitt hugflog, sum vit vaksnu hava ilt við at skilja. Fýra børn eru við. Tey eru í aldrinum sjey til tólv ár og spæla væl saman. Men so verður spælið so ónatúrligt og óhugnaligt, at vaksni áskoðarin skakast, og vil síggja, hvussu ófrættakendi leikurin endar.
”De uskyldige” varð frumsýndur í úrvalsskránni Un Certain Regard í Cannes í ár, har hann fekk framúr ummæli frá altjóða filmspressuni, skrivar Filmsfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald