Í seinasta lagi í 2030 verður koyrandi millum meginøkið og Suðuroynna.
Tað søgdu flestu floksformenninir, tá teir vórðu spurdir um ein Suðuroyartunnil á fólkafundinum í SALT seinnapartin.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, og Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, søgdu, at teir hildu tað vera gjørligt at fáa ein tunnil til Suðuroynna kláran í 2030.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Jógvan Skorheim, formaður hjá Sjálvstýri, og Høgni Hoydal, formaður hjá Tjóðveldi, hildu, at ein tunnil til Suðuroynna møguliga kann vera liðugur áðrenn 2030.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, segði seg trúgva uppá, at tað fór at vera gjørligt innan 10-12 ár.
Hoyr innslagið hjá Kringvarpinum her.
Sí eisini: Myndir: Fólkafundur í Salti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald