2025-12-20 14:21
Um miðjan januar kunnu tey fyrstu eftir ætlan flyta inn í nýggju leiguíbúðirnar við Dalavegin í Havn.
Tórshavnar kommuna skrivar, at fyrst í januar verða íbúðirnar bjóðaðar út til tey, sum eru á bíðilistanum hjá Bústøðum.
Herfyri varð boðað frá, at Tórshavnar kommuna og Bústaðir hava skipað almannagagnligt bústaðarfelag um leigubústaðir við Dalavegin, sum er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Talan er um 44 íbúðir, sum eru millum 74 og 123 fermetrar til støddar.
Upprunaliga ætlanin var, at tær skuldu vera lutaíbúðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald