Innanlands

Kunnu ikki siga meira um málið

Ákæruvaldið fær ikki sagt meira um málið í Hvannasundi. Ein 24 ára gamal maður er skuldsettur fyri manndráp

2019-06-20 22:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ákæruvaldið skilir, at almenningurin hevur stóran áhuga at fáa meira at vita um málið, men orsaka av kanningararbeiðnum hjá løgregluni, er ikki møguligt at siga meira í løtuni.

Tað sigur Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, um grundlógaravhoyringina, sum í allan dag hevur verið fyri afturlatnum hurðum.

Í kvøld kom úrskurðurin frá Føroya rætti. Grundarlag er ikki fyri at varðhaldsfongsla 24 ára gamla mannin, sum er skuldsettur fyri dráp og harðskap sum førdi til deyða. Rætturin heldur ikki, at maðurin kann ávirka kanningararbeiðið hjá løgregluni.

Annað enn at maðurin er skuldsettur fyri dráp, hevur ikki verið møguligt at fingið upplýst í málinum.

Ákæruvaldið hevur kært avgerðina hjá Føroya rætti til Eystara landsrætt, og bíðar nú eftir tí avgerðini, um tann skuldsetti verður varðhaldsfongslaður ella ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder