Mentan

Kunnu nú søkja um miðlastuðul

Føroysku miðlarnir kunnu nú søkja um tær tvær milliónirnar, sum eru settar av á fíggjarlógini. Seinastu árini er nærum helvtin farin til ein umsøkjara

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-04 06:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul. Ætlanin við miðlastuðlinum er at hækka dygdina av journalistiska arbeiðinum og at tryggja eitt fjøltáttað útboð av tíðindamiðlum.

Miðlastuðul hevur verið latin í tvey ár, og nú er klárt hjá privatu miðlunum at søkja um stuðul fyri 2019, sigur Mentamálaráðið.

Hesi bæði árini stuðulin hevvur verið latin, hevur Sosialurin fingið størstan partin av honum. 40 prosent av teimum báðum milliónunum sum eru settar av verður býtt javnt millum umsøkjararnar.

Harumframt verða 60 prosent av árligu játtanini á fíggjarlógini latin sum ein eins lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli ella miðlasamtaki. Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40 prosent av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli ella miðlasamtaki.

Miðlastuðulin fyri 2018:

Sosialurin kr. 768.462,00
Dimmalætting kr. 230.499,00
FM1 kr. 199.263,00
Norðlýsið kr. 195.625,00
R7 Kringvarp kr. 195.025,60
Portal.fo kr. 190.338,00
VP.fo kr. 172.565,41
JN.fo kr. 48.220,00

Miðlastuðulin fyri 2017

Sosialurin kr. 824.365,00
Dimmalætting kr. 294.902,00
Norðlýsið kr. 193.854,00
Portal.fo kr. 192.898,00
Rás 2 kr. 186.168,00
Vp.fo kr. 152.514,00
R7 Kringvarp kr. 136.138,00
Jn.fo kr. 19.160,00

Freistin at søkja um miðlastuðul er 1. oktober 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder