2023-02-05 12:53

Komandi dagarnar verður boðað frá nógvum vindi, og roknast kann við, at hetta fer at ávirka samferðsluna.
Strandferðslan skrivar á heimasíðuna, at roknast kann við broytingum og/ella avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum frá mánadegnum 6. februar og nakrar dagar fram.
Higartil er tó ikki boðað frá nøkrum avlýsingum ella broytingum.
Í løtuni verður boðað frá nógvum vindi kring landið. Koyrilíkindini hjá Landsverki kunnu síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald