2023-03-21 16:27

Hesa vikuna kann roknast við seinkingum á Suðuroyarleiðini, sigur Strandferðslan.
Boðað verður frá vindi úr eystri og landnyrðingi komandi dagarnar í hesi vikuni, og tí kann roknast við, at Smyril siglur vestanfyri onkran túrin, og tá verður túrurin eitt sindur longri enn vanligt.
Strandferðslan sigur, at um fleiri broytingar verða á Suðuroyarleiðini hesa vikuna, verður hetta kunnað skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald