Innanlands

Kunoy: Eldur í burturkasti í einum fiskakassa

Logarnir stóðu upp eftir húsaveggi, men eldur kom ikki í húsini

2019-01-28 19:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talan var um nakað av burturkasti, sum brendi, tá boðað varð frá eldsbruna í Kunoy beint fyri klokkan seks í kvøld.

Eldurin er nú sløktur í øllum góðum.

Burturkastið lá í einum fiskakassa, men hesin kassin stóð so nær einum sethúsum, at stórur vandi var fyri, at eldur kundi koma í húsini eisini, greiðir vakthavandi á politistøðini frá.

Logarnir sleiktu seg upp eftir endavegginum í húsinum og heilt upp undir tróðrið. Men eldurin náddi ikki at festa seg í húsið. Einasta sum hendi við húsunum var, at nakað av royki var inni í loftskamarinum, verður upplýst av politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder