Innanlands

Kurteisið í hásæti í Tinganesi

Høgni Hoydal og Lars Løkke Rasmussen vænta gott samstarv á uttanríkisøkinum og virðing fyri áskoðanunum hjá hvør øðrum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-14 12:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kurteisið var í hásæti, tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkismálum, og danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hittu miðlarnar eftir fund í Tinganesi fyrrapartin.

Ongi ítøkilig úrslit, men nógv lyfti um gott samstarv landanna millum á uttanríkispolitiska økinum í framtíðini.

Hetta er fyrstu ferð, at Lars Løkke vitjar í Føroyum sum uttanríkisráðharri, og sum skilst varð fundurin brúktur til at partarnir løgdu fram síni ynski um mál og samstarv í framtíðini, nú báðir eru lutfalsliga nýggir á sessinum.

Tað eru fleiri áleikandi mál at finna loysnir á, greiddi Høgni Hoydal frá. Ynskið hjá Føroya landsstýri er, “onki um okkum – uttan um okkum” á uttanríkispolitiska økinum, greiddi Høgni Hoydal frá.

Og her liggja føroysku viðurskiftini við ES ovarlaga á dagsskránni. Ynskið er at fáa í lag eina partalagsavtalu millum Føroyar og ES, sum skipar viðurskiftini við ES, serliga viðvíkjandi fiskiskapi, handli og talgilding, umframt at fáa greiðari viðurskifti við aðrar altjóða felagsskapir, har Føroyar hava ynski um sjálvstøðuga umboðan.

Lars Løkke Rasmussen gjørdi á tíðindafundinum greitt, at hann kennir føroysku ynskini á sjálvstýrisøkinum, men hevur virðing fyri teimum, men segði eisini at sum uttanríkisráðharri er tað donsku ynskini, sum sjálvandi hava fremstu raðfesting.

Men hann sær møguleikar til at finna loysnir á málunum, tí tað er neyðugt at finna loysnir, ikki minst viðvíkjandi altjóða kreppustøðum, har tað hevur týdning at samskipa útmeldingarnar.

Ongi lyfti vóru givin á fundinum í dag, men slóðað er fyri, at fleiri loysnir kunnu finnast, tá málini verða tikin upp aftur á fundinum í “kontaktudvalget”, sum verður í Nuuk í summar. 

Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder