Mentan

Kvartettin í Betesda vitjar í Ebenezer sunnukvøldið

Sunnukvøldið kl. 18 vitja klaksvíkingar í Ebenezer í Havn, har royndu sangararnir og tónleikararnir í Kvartettini í Betesda fara luttaka

2026-01-02 22:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunnukvøldið klokkan 18 vitja klaksvíkingar í Ebenezer í Havn, har royndu sangararnir og tónleikararnir í Kvartettini í Betesda fara luttaka.

Tað var longu í 1968, at Kvartettin í Betesda byrjaði at syngja, og síðani hevur hesin sangbólkur verið virkin og er tað enn í dag.

Hóast hesir royndu sangarar ikki eru heilt ungir longur – miðalaldurin nærkast teimum áttati – so venja Steinbjørn O. Jacobsen, Gerhard Tróndheim, Sámal Johannesen og Oddmar Marsten framvegis regluliga, og teir ferðast eisini kring landið við sangum um gleðiboðskapin, sum ber av øllum.

Fyrsta sunnudagin í nýggja árinum liggur leiðin til Havnar, har teir verða at hoyra í Ebenezer saman við tónleikarunum, sum eru undir leiðslu av Jógvani Mortensen.

Umframt sangin hjá kvartettini verður felagssangur og ein boðskapur frá John Færø á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder