Mentan

KvF endursendir sending um ríkisfelagsskapin

Fyrsti partur av “O, móðurlandið” - To be or not to be - verður vístur í kvøld kl. 19

2025-01-15 17:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á vári 2023 sendi Kringvarpið røðina "O, móðurlandið".  Í seks pørtum varð ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum, søguliga, politiskt og mentanarliga. 

Nú Ríkisfelagsskapurin er vorðin háaktuellur, fer Kringvarpið at endursenda røðina "O, móðurlandið", og fyrsti partur verður sendur í kvøld. 

Tað er ikki yvir at dylja, at sendirøðin vakti sterkar kenslur í fólki. Øll vóru ikki líka fegin, summi vildu vera við, at røðin hevði slagsíðu, og á landsfundi hjá Sambandsflokkinum fullu harmaljóð um røðina.

Sendirøðin vísti helst, hvussu sárt og viðbrekið evnið er, tá ið tað verður lagt út á blik. 

To be or not to be

Fyrsti partur ber undirheitið "To be or not to be", og snýr seg um, hvussu Føroyar landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum.

Vit fata okkum sum egin, ikki donsk – og tó. Vit eru bæði – ella kanska hvørki? Vit ráða okkum sjálvum, men kortini ikki heilt. Vit rinda fyri okkum sjálvi, men kortini ikki heilt.

Búskaparliga hevur framburðurin síðan aldamótið verið so stórur, at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløgini í heiminum í dag. Kortini tykist spurningurin um at ráða sær sjálvum ikki so viðkomandi longur, og hevur ikki verið frammi sum eitt nevnivert tema á seinastu løgtingsvalunum.

Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska sterkari nú enn fyrr. Í hesum fyrsta partinum verður kjølurin strektur frá landnámi til fólkaatkvøðuna í 1946.

Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam løgdu til rættis í 2023. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder