2023-02-28 09:57
Boð vórðu í gjárkvøldið send eftir fjallabjargarunum at fara við lendissúkklu eftir rossagøtuni undir Kleynisvarða oman fyri Havnina eftir eini kvinnu, sum var dottin av rossi sínum.
Tað var um 18.30 tíðina, at boðini komu inn til alarmsentralin, sum boðaði sjúkraflutningstænastuni frá.
Men sjúkrabilurin kann ikki koyra eftir rossagøtuni, og tí vórðu fjallabjargararnir bidnir um at fara avstað við ATV-súkklu, lendissúkklu.
Kvinnan varð flutt á sjúkrahúsið til kanningar.
(kl. 1033: Rættað til lendissúkklu - ikki fjallasúkklu)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald