Innanlands

Kvinna var filmað í skiftirúmi

Onkur tók film av henni við telefon meðan hon passaði svimjidrakt - løgreglan kannar málið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-19 11:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein ung kvinna var úti fyri eini óbehagiligari uppliving, tá hon týsdagin var inni í einum handli í Havn í sambandi við at hon ætlaði at keypa sær eina svimjidrakt.

Hon fekk nakrar við inn í skiftirúmið at passa, og meðan hon roynir ta triðju draktina, leggur hon merki til, at hon verður filmað av eini telefon ígjøgnum eitt “glopp, sum er í hurðini í skiftingarrúminum”.

Gentan greiðir frá, at hon gjørdist skelkað, og skumpaði telefonina út, uttan at síggja hvør tað var, sum filmaði.

Hon boðaði løgregluni frá hendingini. Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttar, at tey hava fingið fráboðanina, og sigur at málið verður kannað. Meira kann vaktleiðarin ikki siga um málið í løtuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder