Innanlands

Kvinnukvøld á Oyrabakka í morgin

Sunda Róðrarfelag skipar aftur í ár fyri tiltakinum, har framløgur, tónleikur, mótasýning o.a verður á skránni

Frá tiltakinum í fjør
(Mynd: Sunda Róðrarfelag)

Frá tiltakinum í fjør (Mynd: Sunda Róðrarfelag)

2019-03-09 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var Altjóða Kvinnudagur, og tað varð markerað ymsastaðni kring landið.

Í morgin er árliga kvinnukvøldið í Eydnuni á Oyrarbakka. Tað er Sunda Róðrarfelag, sum skipar fyri, og tað er talan um eitt vælumtókt tiltak, har nógv ymiskt er á skránni. 

Tiltakið verður klokkan 18.00 í annaðkvøld, og til ber at keypa atgongumerki við dyrnar. 
 
Skráin:
- Beinta Løwe greiðir frá um bók sína: Kvinnur í landspolitikki
- Beinta Løwe hevur eitt prát við Katrin Kallsberg og Hendrik Old um sama evni. 
- Harriet Olafsdóttir greiðir frá um lívið hjá sær við eini øðrvísi yrkilsleið enn flestu kvinnur.
- Tónleikur við Edith Dahl Jakobsen og Allan Tausen
- Mótasýning við Stina_fo
- Lætt ábit
- Lutaseðlar vera drignir
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder