Týsdagin hátíðarhalda tey á Gallarí Havnará altjóða kvinnudagin við framsýning av listaverkum hjá seks listakvinnum.
Kvinnurnar hava hvør sær hava egið, listarligt úttrykk. Tær eru Guðrið Poulsen, Mia Smith, Turið Teitsdóttir, Ranvá Mortensen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Fríða Berg.
Í stíli, aldri og bakgrund eru tær seks ymiskar, men listin er femin og úttykksfull, verið tað seg í tí minimalistiska ella tí sera ekspressiva – og tí sum liggur ímillum.
Listarligi kvinnukampurin verður heiðraður við Havnará týsdagin 8. mars klokkan 16. Í sambandi við ferniseringina heldur Annika Dalsgaard, vertur á Gentuvesinum, røðu og Guðrið Hansdóttir syngur nøkur løg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald