Í gjárkvøldið var seinasta freist at lata vallistar inn til kommunuvalið 12. november.
Sí eisini: Fýra av sjey býráðslimum á Tvøroyri stilla uppaftur
Tað stendur nú millum annað greitt, at ein søguligur listi verður í Sjóvar kommunu, sum fevnir um Strendur, Innan Glyvur, Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað.
Bæði á sjovar.fo og í skrivi verður avdúkað, at níggju kvinnur bjóða seg fram á kvinnulistanum
Endamálið við Kvinnulistanum er at geva veljaranum møguleika at vera tryggur í, at stemman fer til at betra um javnstøðuna í kommunustýrinum í Sjóvar kommunu, skriva stigtakarar.
- Tørvur er á fjølbroyttum sjónarmiðum í politikki, og eru øll valevnini á listanum samd um, at tað hevur stóran týdning fyri komandi ættarlið, at kvinnuligar fyrimyndir bæði hoyrast og síggjast í almenna rúminum, eisini í Sjóvar kommunu, siga stigtakarirnir til listan.
Listin er latin inn, og kvinnurnar sum bjóða seg fram eru hesar:
Noomi Káradóttir Rasmussen, Strendur
Sandra Ljósá Østerø, Strendur
Lív Nikolina Karlsdóttir Nielsen, Strendur
Leila Johannesen, Kolbeinagjógv
Ann Anthoniussen, Strendur
Birita W. Djurhuus, Strendur
Drós Ellingsgaard, Innan Glyvur
Halbjørg Mørch Christiansen, Strendur
Petra Weihe Mikkelsen, Strendur
Tað eru tveir listar á Strondum. Hin eitur listi B, har tíggju mans eru á - millum annað borgarstjórin Artur Johansen.
Tríggir aðrir frá verandi bygdarráðið sitta eisini eisini uppaftur. Teir eru: Jóannes Eginsson Markná, Súni Forná Olsen og Hans Anders Jacobsen.
Listi B í Sjóvar kommunu:
Jóannes Eginsson Markná, Strendur
Jóhan Herlufson Funn, Strendur
Súni Forná Olsen, Strendur
Óli Abrahamsen, Strendur
Hans Anders Jacobsen, Strendur
Marius Blábjørg Vang, Strendur
Pól Jákup Poulsen, Strendur
Sonni Johansen, Strendur
Artur Johansen, Strendur
Jann Ísakur í Giljum, Strendur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald