placeholder
Uttanlands

Kvinnur á flogfarið vórðu tiknar út til undirlívskanning

Myndugleikarnir í Katar royndu at finna eina kvinnu, sum hevði føtt og latið barnið liggja eftir á einum vesi á flogvøllinum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-10-27 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri kvinnur, sum vóru við í einum flogfari úr Katar til Avstralia, vórðu tvingaðar til eina undirlívskanning. Myndugleikarnir vildu finna mammuna til ein nýføðing, ið varð funnin á flogvøllinum.

Barnið varð funnið á einum vesi á Hamad flogvøllinum 2. oktober. Fráferðin við Qatar Airways til Sydney varð knýtt at hendingini. Hetta førdi til, at fleiri kvinnur, sum vóru við flogfarinum, vórðu tikin úr flogfarinum og settar í sjúkrabilar, sum stóðu aðrastaðni á flogvøllinum.

Inni í sjúkrabilunum fór undirlívskanning av kvinnunum fram, skrivar Seven Network News.

Myndugleikarnir í Avstralia hava mótmælt harðliga.

- Hetta var frekt, særandi, ódámligt og órógvandi, segði uttanríkisráðkvinnan í Avstralia, Marise Payne á einum tíðindafundi í gjár.

Hon upplýsir, at Avstralia hevur mótmælt hendingini fyri myndugleikunum í Katar gjøgnum avstralska sendifólkið. Men tey hava enn ikki fingið svar.

Yvir 60 ára gomul kannað
Ein av kvinnunum, Kim Mills, greiðir frá, at hon longu var sovnað á flogfarinum áðrenn fráferð. Hon varð vakt og biðin um at fara av flogfarinum, eins og fleiri aðrar kvinnur vórðu.

- Eg eri yvir 60 ár og gráhærd, so tá eg varð førd til ein av sjúkrabilunum, hugdu tey løgið at mær og hildu tað vera lítið sannlíkt, at eg kundi vera móðir at barninum, sigur Mills við avstralska blaðið The Guardian.

Hon greiðir frá, at kvinnurnar, sum vórðu útsettar fyri hesi kanning, vóru ávirkaðar og ørkymlaðar yvir tí teimum var fyri.

Ein annar ferðandi greiðir soleiðis frá:

- Tær vildu ikki trúgva tí. Greiddu frá, at tær vórðu tvingaðar at lata seg úr í neðra. So vórðu tær kannaðar fyri, um tær nýliga høvdu føtt, sigur Wolfgang Babeck við sjónvarpsstøðina ABC.

Tað vóru 13 kvinnur við avstralskum ríkisborgaraskapi, sum vórðu tiknar úr flogfarinum. Tilsamans 34 ferðafólk vóru umborð. Heilsustarvsfólkini, sum framdu kanningarnar, vóru kvinnur. Flogfarið var, orsaka av hesum, seinkað tríggjar tímar við fráferð, skrivar nrk.no.

Barnið hevur tað gott - men mamman er ikki funnin
Leiðslan á Hamad flogvøllinum hevur í einum tíðindaskrivi boðað frá, at tey óttaðust heilsuni hjá mammuni at barninum. Tað var orsøkin til, at tey tóku kvinnur úr flogfarinum til gynekologiskar kanningar. Tey skriva, at tey tóku einans kvinnur úr flogfarinum, sum høvdu havt atgongd til økið á flogvøllinum har barnið varð funnið, skrivar Reuters.

Eftir at tær komu til Avstralia, hava kvinnurar fingið heilsufrøðiliga, herundir sálarliga, hjálp. Avstralska løgreglan er eisini sett at kanna málið.

Barnið, sum varð funnið á vesinum, hevur tað gott, men mamman er framvegis ikki funnin.

Katar er ein lítil, men oljuríkur statur á Arabisku Hálvoynni. Kynsligt samband uttan fyri hjúnalag er bannað og revsivert.

Kvinnur, sum eru komnar til landið at arbeiða, hava í fleiri førum roynt at fjalt yvir, at tær eru við barn, og hava roynt at koma úr landinum aftur fyri at føða. Fyri at sleppa undan fongsulsrevsing, hava aðrar kvinnur lagt barnið onkrastaðni í vón um at onkur annar kundi taka sær av tí, skrivar AP. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder