Innanlands

Kvinnurenningin ávirkar ferðsluna

Fleiri vegir eru stongdir frá kl. 14.30 til 16.30, og broytingar eru eisini á bussleið 2 og 3, boðar Tórshavnar kommuna frá

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-16 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er ársins kvinnurenning á skránni í Havn, og tað ávirkar ferðsluna seinnapartin.

Fleiri vegir eru stongdir frá klokkan 14.30 til 16.30, og broytingar eru eisini á bussleið 2 og 3, meðan renningin er, boðar Tórshavnar kommuna frá.

Broytingarnar hjá Bussleiðini eru hesar:

  • Leið 2 koyrir ikki Yviri við Strond, men eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Stoffalág og síðan víðari eftir ferðaætlanini
  • Leið 3 koyrir ikki eftir Hoyvíksvegnum, Eystara Ringvegi og Hvítanesvegnum, men eftir R. C. Effersøes gøtu, Tjaldursvegnum, Hoyvíksvegnum, Staravegnum og Eystara Ringvegi oman til Hvítanesvegin og víðari eftir ferðaætlanini

Hesir vegir eru stongdir frá klokkan 14.30 til klokkan 16.30 í sambandi við kvinnurenningina:

  • Eystari Ringvegur frá Hvítanesvegnum
  • Yviri við Strond
  • Havnargøta
  • Áarvegur
  • Mylnugøta
  • Vaglið
  • Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
  • Bringsnagøta frá Húsabrúgv oman til Áarvegin

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder