![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað er ein ávísur munur hvat kvinnur og menn velja tá tey fara á val.
Tað vísir nýggjasta kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin
Serliga er hesin kynsligi munur galdandi fyri Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Framsókn.
Tá hugt verður nærri at tølunum í kanningini hjá Spyr.fo, so vísir tað seg, at Javnaðarflokkurin er óvanliga sterkur millum kvinnuligu veljararnar.
Heili 37,5 prosent av øllum kvinnuligu veljarunum siga seg hava valt Javnaðarflokkin, um val var nú. Hinvegin er tað bert beint oman fyri 20 prosent av monnunum, sum siga tað sama.
Øvugt standa menninir nógv sterkari hjá Fólkaflokkinum og Framsókn.
Góð 27 prosent av manligu veljarunum høvdu valt Fólkaflokkin, men bert 19,5 prosent av kvinnunum. Og yvir 9 prosent av monnunum høvdu valt Framsókn, men bara knøpp trý prosent av kvinnunum.
Hjá hinum flokkunum liggur kynsbýtið meira ájavnt við samlaðu undirtøkuna hjá flokkinum, tó ein lítil yvirvág av monnum í Sambandsflokkinum og Tjóðveldi og ein lítil yvirvág av kvinnum í Miðflokkinum.
Í Sjálvstýri er javnstøðan so at siga fullkomin.
Les eisini: Havnin er vinstrahall og útjaðarin borgarligur
Eldri tjóðveldisveljarar - yngri framsóknarveljarar
Tað er eisini ein ávísur munur á, hvat teir ungu veljararnir í mun til teir eldru. Spyr.fo hevur hugt eftir hvat veljararnir upp til 45 ætla sær at velja í mun til veljararnar oman fyri 45 ár.
Henda greining vísir, at tað serliga í Tjóðveldi og Framsókn er munur á.
Greiningin vísir, at Tjóðveldi hevur trupulleikar við teimum ungu veljarunum, tí góð 13 prosent av teimum yngru veljarunum siga seg velja Tjóðveldi móti næstan 19 prosent av teimum eldru.
Hjá Framsókn er aldursmunurin meira markantur, men øvugtur. Flokkurin fær undirtøku av 9,6 prosentum av yngru veljarunum og 3,7 prosent av teimum eldru.
|
Alt landið |
18-44 ár |
45-80 ár |
A |
23,6 |
25,2 |
22,3 |
B |
17,1 |
15,9 |
17,8 |
C |
28,5 |
28,0 |
29,5 |
D |
2,8 |
2,4 |
3,2 |
E |
16,4 |
13,2 |
18,9 |
F |
6,3 |
9,6 |
3,7 |
H |
5,4 |
5,9 |
5,0 |
Óvissan í hesi greiningini er 5,6 prosent
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald