Leygardagin 25. apríl, flaggdagin, verður árliga landsstevnan, hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum í Leguhúsinum í Nesvík.
Hetta er ein stevna, sum kvinnurnar síggja fram til. Tá hitta tær kvinnur um landið, sum tær annars sjáldan síggja. Tær savnast í og um Jesu navnið, og fyri at hoyra og tosa um arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.
Dagurin byrjar við morgunmati klokkan 9. Síðan verður bíbliutími, áhugatími um “gráa gullið”. Seinnapartin verður medarbeiðarafundur. Tá verður frágreiðing frá arbeiðinum og frítt orðaskifti um arbeiðið. Leiðslutoymið syngur.
Um kvøldið verður døgurði og aftan á andakt og sangur við Petur Hans og Jónhild.
Evsta mark fyri tilmelding er sunnudagin 19.apríl, boðar sjómanstrúboðarin frá. Allar kvinnur eru vælkomnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald