2025-06-23 13:27

Í minsta lagi átta fólk hava latið lív í einum russiskum loftálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í nátt, upplýsa ukrainskir myndugleikar.
Talan var um eitt umfatandi dronuálop, sigur Tymur Tkatjenko, sum stendur á odda fyri hernaðarumsitingini í Kyiv sambært Ritzau.
Eldur kyknaði í fleiri grannaløgum, og inngongin til eina metrostøð fekk skaða. Nógvir íbúgvar í Kyiv brúka metrostøðirnar sum bumbuskýli, tá býurin er undir álopi.
Umframt at sjey fólk lótu lív, vórðu 34 fólk eisini særd í álopinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald