Uttanlands

Kyiv rakt av dronuálopi í nátt

Trý fólk lótu lív, og átta fólk vórðu særd, upplýsir ukrainska innlendismálaráðið

Sløkkiliðsfólk í Kyiv í nátt (Mynd: EPA)

Sløkkiliðsfólk í Kyiv í nátt (Mynd: EPA)

2025-03-23 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trý fólk lótu í nátt lív í einum russiskum dronuálopi í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

Talan er um ein mann, eina kvinnu og eitt fimm ára gamalt barn, upplýsir ukrainska innlendismálaráðið sambært Ritzau.

Harumframt vórðu átta fólk særd, og eldur kyknaði í fleiri íbúðabygningum.

Sambært ukrainsku loftverjuni vórðu 147 russiskar dronur sendar yvir ukrainska høvuðsstaðin í nátt, harav 97 vórðu oyðilagdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder