Uttanlands

Lægsta undirtøkan fyri Trump síðani hann tók yvir aftur

Bert 40 prosent av teimum spurdu amerikanarunum halda, at hann stendur seg væl sum forseti

Sambært Reuters er tað serliga handfaringin hjá Donald Trump av búskapinum og tilflyting (immigratión), sum gevur høvuðbrýggj hjá spurdu íbúgvunum í stóra landinum.

Sambært Reuters er tað serliga handfaringin hjá Donald Trump av búskapinum og tilflyting (immigratión), sum gevur høvuðbrýggj hjá spurdu íbúgvunum í stóra landinum.

2025-07-30 13:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Donald Trump er ein politikkari, ið skilir vøtnini í einum landi, sum kanska ongantíð hevur verið so kloyvt sum tað sama.

Tað vísir seg eisini, at Trump ikki hevur so ikki illa dámdur sum forseti undir sínari aðru setu, sum hann er beint nú.

Í USA verður tað nevnt "approval-rating", og hesar verða framdar regluliga.

Tað er altjóða greiningarfyritøkan Ipsos, sum hevur gjørt kanningina fyri tíðindastovuna Reuters.

Bert 40 prosent av teimum spurdu, tað vil siga tvey av fimm fólkum ella fýra av tíggju, halda, at Donald Trump stendur seg væl sum forseti.

Tað er eitt prosent færri, enn tað var til seinastu slíku kanning.

Sambært Reuters er tað serliga handfaringin hjá Donald Trump av búskapinum og tilflyting (immigratión), sum gevur høvuðbrýggj hjá spurdu íbúgvunum í stóra landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder