Uttanlands

Lækni: Pávin betri fyri men støðan kann broytast

Frans pávi hevur verið innlagdur á sjúkrahúsi í eina viku, og har verður hann verandi fyribils, sigur lækni hansara

88 ára gamli Frans pávi varð innlagdur fríggjadagin í farnu viku (Mynd: EPA)

88 ára gamli Frans pávi varð innlagdur fríggjadagin í farnu viku (Mynd: EPA)

2025-02-22 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Støðan hjá Frans páva er batnað, men eftir at hava verið innlagdur í eina viku, er pávin enn ikki blivin frískur, og støðan kann broytast frá degi til dags, segði Sergio Alfieri, ein lækni hjá pávanum á tíðindafundi í gjár.

– Um spurningurin er, um hann er uttan fyri vanda, so er svarið nei, men spyrt tú, um hann er í lívsvanda í løtuni, so er svarið nei, segði hann.

Frans pávi varð innlagdur fríggjadagin í farnu viku eftir at hava havt andatrongd í fleiri dagar. Vatikanið upplýsti týsdagin, at 88 ára gamli argentinski pávin hevur lungnabruna í báðum lungum.

Pávin hevur verið innlagdur fleiri ferðir seinastu árini, m.a. orsakað av trupulleikum við andaleiðini. Alfieri sigur, sambært Ritzau, at pávin í øllum førum verður verandi á sjúkrahúsinum komandi vikuna. Lagt verður afturat, at pávin er ikki í respirator.  Hann etur regluliga og er førur fyri at reisa seg úr songini og fara yvir í ein stól at seta seg at arbeiða.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder