Í farnu viku ásetti Hanna Jensen, landsstýriskvinna við skúlamálum, í rundskrivi árliga skúladagatalið hjá næmingunum í fólkaskúlanum at vera 193 dagar; áður hevur tað verið 198 dagar. Teir 5 dagarnir, sum skúlaárið minkar, verða tøkir hjá skúlaleiðarum og lærarum til ráðlegging og námsfrøðiliga menning, sum bæði kann verða í skúlanum og uttan fyri skúlan.
Leiðslan í einstaka skúlanum kann sambært rundskrivinum leggja ráðleggingina og námsfrøðiligu menningina til rættis og skipa innihald og átøk í samstarvi við lærarar skúlans. Einstaki skúlin hevur frælsi at skipa dagarnar, so teir verða nýttir til tey átøk, sum skúlin heldur eru mest viðkomandi.
Umframt eftirmeting og ráðlegging kann talan verða um skeið, námsfrøðiligir evnisdagar, starvsfólkamenning og samansjóðing, skrivar Skúlablaðið á heimasíðuni.
Eftir sum skotbráið er so stutt, og komandi skúlaár er lagt til rættist, liggja arbeiðsdagarnir skúlaárið 2019-20 eftir síðsta skúladag hjá næmingunum í døgunum frá mánadegi 22. juni til fríggjadag 26. juni 2020. Næstu skúlaárini leggur leiðsla skúlans dagarnar til rættis og ger av, um allir arbeiðsdagarnir til ráðlegging og námsfrøðiliga menning verða lagdir í juni mánaði, tá ið næmingarnir hava fingið summarferiu, ella nakrir dagar verða lagdir í august mánaði áðrenn fyrsta skúladag.
Sostatt fara lærara frá komandi skúlaári at rokna at undirvísa 5 skúladagar færri, borið saman við skúlaárið 2018/19. Árliga undirvísingarvikutalið svarar við hesi lækkingini til 38,6 vikur.
Partarnir hava í semjuni bundið seg til, at ávegis eftirmeting verður gjørd í mars 2021 og í mars 2022, og at neyðugar dagføringar verða gjørdar, sum avtalupartarnir eru samdir um at fremja.
Skipanin við arbeiðsdøgum eftir síðsta skúladag verður sett í verk sum ein royndarskipan frá 1. august 2019 til 31.juli 2024. Eru partarnir ikki samdir um úrtøkuna og menningarmøguleikarnar, so verður skipanin við ráðlegging og námsfrøðiligari menning sett úr gildi frá 1. august 2024 ella fyrr, um partarnir semjast um hetta. Avtalupartarnir skulu í seinasta lagi 1. mai 2024 taka avgerð um, hvørt skipanin skal enda 31. juli 2024, verða longd ávíst tíðarskeið ella sett í verk sum ein skipan, ið partarnir eru samdir um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald