Ein dómsmansrættur í Føroya Rætti hevur í dag dømt ein 31 ára gamlan útlendskan mann 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blúnisbrot framt ímóti eina gentu, sum var undir 18 ár, tá tilburðurin fór fram.
Maðurin, sum var starvsfólk á skúlanum hjá gentuni, var ákærdur fyri brot á serligu ásetingina í revsilógini, sum ger tað revsivert at hava samlegu ella annað kynsligt samband við persón undir 18 ár, sum er litin viðkomandi upp í hendur til undirvísingar ella uppalingar.
Dómsmansrætturin metti tó ikki, at tað var prógvað, at maðurin hevði roynt at havt annað kynsligt samband við gentuna, men dømdi mannin fyri blúnisbrot.
Umframt at døma mannin treytaða fongsulsrevsing, er maðurin eisini útvístur úr Føroyum við einum innferðarbanni í trý ár.
Bæði ákæruvaldið og ákærdi hava nú 14 dagar at kæra málið.
(Rættað kl. 17.12)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald